Marknaðarparturin liggur um 10 prosent

 

 

Bilasamtøkan Norðbil og Nordcar hava heili sjey bilmerki á føroyska marknaðinum og hava í dag ein marknaðarpart upp á 10 prosent. Við ongari rentuberandi skuld eru góðir møguleikar at vaksa um marknaðarpartin

 

Bilasølurnar Norðbil við Oyggjarvegin og Nordcar í Smiðjugerði hava í dag ein marknaðarpart upp á 10 prosent av samlaðu føroysku bilasøluni. Hesin marknaðarpartur verður náddur við sølu av heili sjey ymiskum bilmerkjum.

 

At møguleikar eru fyri at gera tað enn betri er eyðvitað, og fyritreytirnar eru góðar á tí fíggjarliga økinum.

 

Felagið eigur bygningin við Oyggjarvegin, ið Norðbil heldur til í, og tá alt verður tikið undir einum, Ognarfelagið Norðbil, Norðbil og Nordcar, so er talan um feløg, ið tilsamans onga nettoskuld hava. Harumframt eiga feløgini fyri 15 milljónir krónur í bilum á goymslu og hava samanlagt eitt útistandandi upp á 4 milljónir krónur.

 

Samlaði bruttuvinningurin hjá Norðbil og Nordcar var 5,2 milljónir krónur í 2014 móti 5,7 milljónir krónur í 2013. Talan er um eitt fall í samlaða bruttovinninginum upp á 9 prosent.

 

Minni avlop

Avlopið hjá bilasølunum var samanlagt 253.000 krónur í 2014. Hetta er væl minni enn í 2013, tá avlopið var 2 milljónir krónur.

 

Orsøkin til stóru broytingina er serstakliga, at bruttovinningurin hjá Norðbil er minkaður við 2,6 milljónir krónur í 2014, meðan bruttovinningurin hjá Nordcar er hækkaður við 2 milljónum krónum.

 

Somuleiðis er samlaði starvsfólkakostnaðurin hækkaður við einari milljón úr 3,7 milljónir krónum í 2013 upp í 4,7 milljónir krónur í 2014.

 

Tá bruttovinningurin var 5,2 milljónir krónur og lønarkostnaðurn 4,7 milljónir krónur, er samlaða rakstraravlopið EBITDA bert hálv milljón krónur í 2014.

 

Roknast kann tí við, at bruttovinningurin hjá bilasølunum báðum í 2015, verður munandi betri enn hann var seinasta ár.

 

Fleiri bilmerki

Bilasølurnar báðar hava tilsamans sjey ymisk bilmerki á marknaðinum. Av teimum var Honda tað best seljandi við 48 seldum bilum í 2014. Síðan kom Hyundai við 35 bilum og BMW við 22 bilum.

 

Samlaða bilsølan var 150 bilar hjá samtakinum í 2014.

 

Einki av teimum sjey bilmerkjunum kom upp á topp 10 listan yvir mest seld bilsløg í Føroyum í 2014.

 

Nýggjur stjóri

Fyri tveimum árum síðani tók Gordon Rajani við sum stjóri í Nordcar. Samstundis keypti hann seg inn í felagið. Hann kom tá úr einum starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

Birgir Dam Jacobsen er stjóri í Norðbil og Ognarfelagnum Norðbil. Tað hevur hann verið í langt áramál.

 

Feløgini eru sera væl fyri fíggjarliga. Norðbil hevur ein soliditet upp á heili 90 prosent, og Nordcar hevur ein soliditet uppá 51 prosent. Ognarfelagið Norðbil hevur ein soliditet upp á 89 prosent. Harvið liggur Norðbil hægst millum bilasølurnar, tá talan er um soliditet.