Marknaðurin vorðin seks ferðir størri

- Hetta er fyrsta stigið móti altjóðagerðingini, sigur løgmaður um íslandssáttmálan. Hann heldur, at atfinningarnar eru púra burturvið, tí at javnvágin millum londini eru góð. Tó skal málið um landing av lodnu avgreiðast

- Sáttmálin merkir, at Føroyar og Ísland verða eitt búskaparøki. Vit fáa ein felags innara marknað. Tey fýra frælsini, sum eru vøra, kapitalur, tænasta og arbeiðsmegi, hava frítt at fara millum londini, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Fyrimunirnir eru eins fyri bæði londini. Vit hava ikki loyvi at gera mismun á íslendingar orsakað av teirra tjóðskapi og hinvegin. Hetta er eitt stórt stig fyri Føroyar. Okkara heimamarknaður er sera lítil - kanska tann minsti í heiminum -, og hann er nú vorðin 6 ferðir størri, sigur hann.

Umfatandi sáttmáli
Sambært Jóannes er hesin sáttmálin sera týðandi og sera umfatandi fyri Føroyar.

- Hetta er mest umfatandi sáttmálin hjá Føroyum nakrantíð. Íslendarar siga tað sama, og tað sigur alt um, hvussu umfatandi sáttmálin er, staðfetsir Jóannes.

Møguleiki er fyri, at onnur lond gerast ein partur av sáttmálanum í framtíðini.

- Sáttmálin kann víðkast, um til dømis grønlendarar vilja gerast partur av honum. Hann kann eisini víðkast til at fevna um onnur øki, so sum mentan og umhvørvi, sigur Jóannes.

Jóannes óttast ikki, at sáttmálin verður brotin.

- Tað er ein felagsnevnd við føroyskum í íslendskum embætisfólkum, sum skulu hava eftirlit við, at sáttmálin verður hildin. Um tað vísa seg at vera tekniskar handilsligar forðingar, kunnu fólk boða nevndini frá. Nevndin kannar so umstøðurnar og hevur heimild til at stíga inn og rudda forðingarnar av vegnum, sigur hann.

Á heimasíðuni tinganes.fo stendur, at ávis undantøk eru. Jóannes greiðir nærri frá hesum:

- Tað eru ávís undantøk báðar vegir. Føroyingar hava fiskivinnuna sum undantak, ímeðan íslendarar hava virkini sum undantak. Eisini hava vit eitt fyrivarni yvirfyri einari møguligari oljuvinnu.

Atfinningar burturvið
Tað hava verið nógvar atfinningar móti Hoyvíkssáttmálanum í seinastuni. Fólk í vinnuni hava víst á, at javnvágin í sáttmálanum ikki er nóg góð, og at íslendarar fáa fleiri fyrimunir enn føroyingar. Politikarar hava eisini tikið undir við atfinningunum. Jóannes Eidesgaard skilir tó ikki hesar atfinningar:

- Tað er púrasta burturvið. Sáttmálin er púra í javnvág. Eg skilji tó væl, at fólk eru upptikin av hesum, tí at stórar fyritøkur koma inn á okkara marknað. Men vit mugu tora at bjóða øðrum av uttan fyri landoddarnar. Vit kunnu ikki bara verða liggjandi í okkara egna dunnuhyli. Um vit ynskja at menna okkum, mugu vit taka við nýggjum avbjóðingum til tess at betra okkara kappingarføri. Eg trúgvi at atfinningarnar koma orsakað av einum nervøsiteti, sum fer at fortaka seg. Hetta er fyrsta stig móti altjóðagerðingini, sigur Jóannes.

Lodnan skal fáast uppá pláss
Nógv hava funnist at forðingunum innan fiskivinnuna. Føroyingar hava ikki loyvi at landa lodnu, sum er fiskað undir Íslandi, í Føroyum. Jóannes er tó vónaríkur um, at hetta fer at broytast heilt skjótt. Hann heldur ikki, at tað er grund til at óttast hetta.

- Vit hava gjørt eina avtalu um eina felagslýsing. Har stendur, at vit skulu arbeiða fyri at taka forðingar fyri at landa fisk burtur. Tí er einki at óttast. Politikkur snýr seg um álit, og eg havi álit á, at hetta fer at loysa seg í nærmastu framtíð. Tú kanst siga, at hetta er vágið, men tað meti eg ikki, sigur Jóannes.

- Málið er í politisku smiðjuni beint nú. Bjørn Kallsø arbeiðir við hesum, og eg havi eisini samráðingar við uttanríkismálaráðharran í Íslandi. Vit skulu møtast í januar, og tá vóni er, at hetta verður avgreitt, sigur hann.

Um íslendingar drála við at loysa hetta, skal Løgtingið taka støðu til, hvat næsta stigið verður.

- Um fortreytirnar broytast, verður hetta tikið upp í tinginum. Men vit vænta ikki, at nakrir trupulleikar verða, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.