Marknaðurin avgerð prísin á veiðiloyvum  og ikki tilfeingisavgjaldið

Herfyri skipaði Fiskimálaráðið fyri norðurlendskari ráðstevnu á Hotel Føroyum. Heitið á stevnuni var "Økonomisk Forvaltning av Fiskerierne". Hæddarpunktið í skránni var ein framløga um tilfeingisavgjald, sum ein norðurlendskur granskingarbólkur legði fram. Tað er Norðurlandaráðið, sum hevur sett bólkin, men arbeiðið hjá honum er ikki liðugt enn

Tilfeingisavgjald

Kanningin hjá norðurlendska granskingarbólkinum, sum tekur støðið í gongdini hjá føroyska partrolaraflotanum árini frá 2001 til 2003, vísir, at tilfeingisrentan hjá hesum veiðibólki liggur um 80 milliónir krónur um árið.
Ilt hevur verið hjá vinnuni at skilja, hvussu granskingarbólkurin kemur fram til hetta tal, men sambært bólkinum merkir hetta, at partrolaraflotin tjenti einar 80 milliónir meira, enn miðalinntøkan hjá tilsvarandi manningartali hevði verið í onkrum øðrum arbeiði.

Fólksins ogn
Búskaparfrøðingar halda, at tað, sum rættvísger eina tilfeingisrentu í fiskivinnuni, er, at talan er um eitt tilfeingi, sum bert ein ávísur partur av fólkinum hevur atgongd til.
Ein av teimum, sum var við á ráðstevnuni, var Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri og núverandi formaður í Búskaparráðnum.
Í fjølmiðlunum hevur hann víst á, at partar av fiskivinnuni hava óvanliga stóran vinning, sum beinleiðis er knýttur at fiskirættindum. Tí heldur hann, at tað er munandi betri at áleggja eitt tilfeingisavgjald  heldur enn at tvinga teir, sum vilja fiska, at lata stórar upphæddir fyri fiskirættindini.
Jørn Astrup heldur, at eitt tilfeingisavgjald soleiðis hevði verið ein stórur fyrimunur fyri vinnuna, tí verandi skipan, har fiskirættindi verða keypt upp á "forventet fangst", eru avlagandi.
- Reiðarin hevði verið í munandi minni vanda fyri húsagangi, um hann leypandi rindaði eitt avgjald, um fiskiskapurin førdi við sær eina eykagóða úrtøku.
Fyrrverandi bankastjórin og núverandi formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at soleiðis, sum støðan er í dag, áleggur tann, sum selir veiðirættindi, nýggja eigaranum eitt tilfeingisavgjald.
Hann heldur, at tað er ein óheppin skipan, har tilfeingisavgjaldið fer til persónar, sum kanska standa uttanfyri vinnuna  heldur enn til rætta viðkomandi, sum er landskassin og harvið Føroya fólk.
Tí er Jørn Astrup Hansen fyri at áleggja fiskivinnuni avgjald.

Eingin spurdur
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sum eisini var við á ráðstevnuni á Hotel Føroyum, heldur ikki, at nóg nógv "kjøt" var uppi á framløguni um tilfeingisrentuna og og tilfeingisavgjald.
- Vit, sum varða av partrolaraflotanum, eru sera misnøgdir við, at eingin hevur vent sær til okkara, nú hugt hevur verið upp á møguliga tilfeingisrentu hjá hesum partinum av flotanum. Teir hava analyserað henda skipabólkin  á sín egna hátt - og uttan yvirhøvur at hava tosað við teir, sum eiga og reka skipini.
Hann sigur, at skipaeigarar, sum komnir vóru at lýða á framløguna, fingu als onga nøktandi frágreiðing um, hvussu granskingarbólkurin er komin fram til tey tøl, sum vóru á borðinum.
- Eg haldi tískil, at hetta bert vóru pástandir sum ikki kunnu brúkast til nógv í tí líki, teir eru. Eingin skar nakað út í papp, og eg má siga, at eg avgjørt ikki gjørdist nógv klókari. Í mínari verð er tað, sum búskaparfrøðingar og aðrir rópa tilfeingisrentu, framhaldandi eitt rættiliga "innballað" hugtak.
Jákup Sólstein vísir á, at hugtakið "tilfeingisavgjald" er lutfalsliga nýtt hjá okkum  og í hansara verð er hetta bara ein "smartari" máti at áleggja vinnuni nýggjar skattir.

Somu prísir
- Búskaparfrøðingar vísa á vansan við dýrum fiskiloyvum, har seljarar áleggja keyparum tilfeingisavgjald, men eg dugi ikki at síggja, at nøkur serlig broyting verður við hesum, hóast vit eisini fáa eitt alment tilfeingisavgjald av einari ella aðrari tilfeingisrentu. Eg dugi ikki at síggja, at prísurin á veiðiloyvum fer at broytast nakað við einum tilfeingisavgjaldi, tí tað verður altíð marknaðurin, sum avger prísin  og vit skulu heldur ikki gloyma, at tað eisini eru teir, sum ikki sleppa av við síni skip.
Jákup Sólstein heldur einki órímiligt vera í, at teir, sum selja skip og tjena nógvan pening við sølu, verða skattaðir av vinninginum.
- Í mínari verð er tað eingin trupulleiki, at teir, sum hava eina óvanliga inntøku við skipasølu, verða skattaðir. Men eg haldi, at tað er forkastiligt at kroysta pening úr vinnuni, meðan hon er í gongd. Sleppur onkur sær burtur úr vinnuni og selir síni vinnutól, havi eg einki ímóti, at óvanligi vinningurin verður skattaður meira. At rinda skatt av nøkrum, tú hevur tjent, er rímiligt, men eg haldi, tað er órímiligt at skula rinda tilfeingisskatt av nøkrum, tú ikki hevur tjent, sigur Jákup Sólstein.

Føroysk skipan
- Eg havi gjørt mær mínar taknar um tað, sum granskararnir løgdu fram. Tað, sum eg eri komin til, er, at partrolaraflotin hevði goldið einar 15-20 mió krónur í avgjaldi til landskassan, um skipanin var galdandi í Føroyum.
Á ráðstevnuni segði íslendski limurin í granskingarbólkinum, Eyjólfur Guðmundsson, at nógv togan og kjak hevur verið í Íslandi um tilfeingisrentu, og í 2004 eydnaðist íslendingum at finna eina skipan, sum hann segði virkar væl.
Sambært íslendinginum gevur íslendska skipanin einar 80 mió krónur um árið til íslendska ríkiskassan. Samanborið við okkara fiskiskipaflota, hevði avkastið eftir hesi skipan hjá okkara fiskiskipaflota verið út við 20 mió krónur.
- Eg haldi ikki, at vit skulu "kopiera" eina íslendska skipan, um tilfeingisavgjald skal setast í verk í Føroyum. Um so er, skulu vit hava okkara egnu skipan. Skilti eg viðurskiftini rætt, er avgjaldið í Íslandi eini 15 oyru fyri kilo av ráfiski  roknað í toskakilo, sum hann tekur til.

Einki vinnuumboð
Jákup Sólstein vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap.
- Eg havi skilt, at ein partur av hesum arbeiði eisini fer at fevna um eitt møguligt tilfeingisavgjald, sum nú afturvendandi verður tosað so nógv um.
Formaðurin í reiðarafelagnum vísir á, at tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap varð gjørd í 1993 og sett í verk í 1994, var hetta í tøttum samstarvi millum umsiting og vinnu.
- Nú landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða lógina, er øll vinnan hildin uttanfyri, og tað eru vit sera vónsviknir av.
Jákup Sólstein sigur, at vinnufeløgini hava mótmælt, at tey verða hildin uttanfyri í hesum arbeiði, sum tey vóru við til at leggja lunnar undir fyri meira enn 10 árum síðan.
- Men okkara mótmæli hava so higartil ikki givið nakað úrslit, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag at enda.