Steffen Stumman Hansen er lækkaður í tign. Arne Thorsteinsson er endaliga farin úr starvi. Og fyrrverandi marknaðaleiðari á Føroya Tele er fyribils settur sum stjóri á Føroya Fornminnissavni.
Soleiðis gjørdist loysnin, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum legði fram á tíðindafundi í Mentamálaráðnum fyrrapartin mikudagin.
Loysnin á trætumálinum, sum hevur verð á Føroya Fornminnissavni, er endað við, at bæði Steffen Stumman Hansen, landsfornfrøðingur, og Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsfornfrøðingur, hava seg seg úr størvum sínum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, váttar, at uppleggið til loysnina kom úr Mentamálaráðnum. Út frá tí kann skiljast, uttan at landsstýrismaðurin vil siga tað, at menninir báðir hava fingið boð um, at soleiðis verður málið loyst.
Skiftir starv
Steffen Stumman Hansen verður verandi í starvi á Føroya Fornminnissavni í sløk fýra ár afturat. Hetta er tíðin, sum eftir er av setanarskeiði hansara, sum var fimm ár. Hesa tíðina fer hann at virka sum vanligur savnavørður á Fornminnissavninum. Men hann fer framvegis at fáa somu løn, sum hann eftir setanarsáttmála sínum fekk sum landsfornfrøðingur.
Arne Throsteinsson er frá mikudegnum at rokna loystur úr starvi á Førya Fornminnissavni og fer beinanveg av stovninum. Eisini hann fær tó framhaldandi løn frá Føroya Fornminnissavni.
?Arne Thorsteinsson er komin ta til árs, at honum restar eitt ár í pensiónsaldur, og gjørt er av, at hann fær løn til ta tíð, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.
Til at hava leiðsluna á Føroya Fornminnissavni komandi tíðina hevur landsstýrismaðurin við mentamálum sett Poul Henrik Poulsen. Dentur verður lagdur á, at talan er um eina fyribils starvssetan.
Poul Henrik Poulsen er 38 ára gamal og útbúgvin cand. merc. Hann hevur royndir sum marknaðarleiðari á Føroya Tele. Eisini hevur hann arbeitt í Noreg, eins og hann hevur havt egna fyritøku.
Nýggi stjórin á Fornminnissavninum hevur frá Mentamálaráðnum fingið tríggjar til seks mánaðar at fáa stovnin á rætkjøl aftur, sigur landsstýrismaurin. Tá tað er gjørt, verður tað, sum Mentamálaráðið kallar »ein vanlig leiðsla« aftur sett á stovninum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at tað er ikki vist, at tað verður ein fornfrøðingur, sum verður settur sum stjóri á stovninum. Men hann útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri, at tað kann gerast tað.
Gamlir trupulleikar
Trupulleikarnir á Føroya Fornminnissavni gjørdust almannkunnugir, tá Steffen Stumman Hansen fyri einum góðum ári síðan varð settur sum landsfornfrøðingur.
Við tíðini hevur málið mestsum ment seg til at gerast eitt persónsstríð millum hendan nýggja mannin og fólk, sum frammanundan vóru á stovninum.
Millum annað hava starvsfólkini á stovninum klagað hann til landsstýrismannin, eins og hann sjálvur hevur sent klagur um onkrar av sínum starvsfeløgum.
Sum skilst á landsstýrismanninum er ikki óvist, at tað eisini fyrr hevur verið eitt ávíst stríð á stovninum, uttan at hann kortini vil útgreina tað. Men við hesi loysnini, sum nú er vald, kennir hann seg sannførdan um, at friður verður.
Hóast tað kann tykjast, at starvsfólkini á Fornminnissavninum hava fingið sín vilja og fingið landsfornfrøðingin riknan úr starvi, sigur Jógvan á Lakjuni, at soleiðis skal málið ikki skiljast.
?Eg vil gera heilt greitt, at talan verður ikki um, at starvsfólk á einumhvørjum stovni, sum í framtíðini kanska gerast ónøgd við leiðsluna, bara kunnu senda bræv til Mentamálaráðið og so fáa stjóran avsettan, sigur Jógvan á Lakjuni.
Líta frameftir
Landsstýrismaðurin sigur, at tað kennist sum ein lætti, at heta málið nú er avgreitt. Tí greitt er, at hetta hevur fylt nógv í gerandisdegnum hjá landsstýrismanninum seinnu tíðina.
?Hetta er nú farið, sigur hann, og nú líta vit frameftir. Nýggi stjórin hevur nú fingið sína tíð at fáa gongd á aftur gerandisdagin á stovninum. Og so fáa vit at síggja, um tað verður longri ella styttri enn tann ásetta tíðin. Vit taka ta tíð, tað tekur, sigur Jógvan á Lakjuni.
Poul Henrik Poulsen, fyribils settur stjóri á Føroya Fornminnissavni, sigur, at hann fer til arbeiðis í næstu viku. Og hann fer at vera fysiskt til staðar á Føroya Fornminnissavni hesa tíðina, hann skal leiða stovnin.