Tá stóru framsýningarhølini á oljumessuni ONS í Stavanger lata aftur seinnapartar, leita luttakarar inn í miðbýin og oman á brygguna, har fyritøkur og býir bjóða gestum inn í síni tjøld, til tess at røkja sambond í einum hugnaligum umhvørvi.
Í tjaldinum hjá Tórshavnar og Runavíkar kommunu hava Kunningarstovan í Havn og Atlantic Airways kunningardiskar. Nógv fólk hava vitjað tjaldið og fingið góð ráð um Føroyar sum ferðamannaland.
Serliga føroyski tónleikurin tykist at draga fólk, ið spáka eftir bryggjuni, inn at fregnast í føroyska tjaldinum. Í gjárkvøldið var tjaldið og økið frammanfyri fult av gestum. Ein altjóða dámur var yvir staðið, har m.a. føroyingar, amerikanarar og italienarar prátaðu og lurtaðu eftir tónleiki, ið Hallur Joensen og Jens Marni Hansen framførdu, sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi?.
?
Millum føroysku umboðini eru eisini tríggir borgarstjórar á føroyska básinum, frá vinstru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Kistin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík.
Borgarstjórarnir fáa ríkilig høvi at hitta starvsfelagar og fólk annars innan oljuvinnuna. Føroyski básurin hevur lutfalsliga verið sera væl vitjaður.