Marknaðardagur í miðbýnum

Sunnudagin 11. apríl skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðardegi í miðbýnum í Havn. Endamálið við hesum degi er millum annað at skapa lív og hugna í miðbýnum.

Borð verða sett upp inni í Perluni, Reinsarínum og á P-økinum ímillum Miðlahúsið og Reinsaríðið. Har fáa fólk møguleika at selja gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdir prýðislutir og annað.

Leigan fyri hvørt borð er 250 kr. Hesar 250 krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til spennandi upplivingar fyri børn og ung í Margarinfabrikkini. Inntøkuna fyri seldar lutir, fær borðleigarin sjálvur.

 

Um tú hevur okkurt at selja, skalt tú senda ein teldupost til: salua@torshavn.fo

Í mailinum skalt tú upplýsa, navn, tlf.nr, hvat tú ætlar tær at selja, og hvussu nógv borð tú hevur brúk fyri. Freistin at senda inn teldupost er hósdagin 8. apríl.