Komandi týsdag verður aftur skipað fyri útbúgvingarmessuni Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum. Talan er um eitt tiltak um víðari lestur í Føroyum og uttanlands, har øll fáa høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.
Valmøguleikarnir hjá fólkum, ið ynskja at lesa víðari eru nógvir, og hesin dagurin er ætlaður at hjálpa og ráðgeva fólkum, ið ynskja at lesa víðari. Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkum í miðnámsskúlunum, meðan tiltakið um kvøldið er alment.
Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. USA og Australia.