Rúna Jakobsen og Ingun Jacobsen frá MFS verða gestir á Rás millum kl. 15.10 og 16 í dag Ì dag verður stórfingna tiltakið ?Markleys Útbúgving? hildið í Norðurlandahúsinum. Tiltakið í kvøld byrjar kl. 19.30 og varar til 21.30.
Rúna Jakobsen og Ingun Jacobsen frá MFS, sum eisini koma at hava ein bás í Norðurlandahúsinum í kvøld, verða gestir í Rásarúminum hjá Rás2, aftaná tíðindini, sum koma kl. 15. Høvið verður hjá fólki, sum ætla sær undir lestur nær ella fjar at sms´a spurningar inn til Rúnu Jakobsen og Ingun Jacobsen á tlf.nr 559999.