Markleys útbúgving fyri øll

Í morgin verður árliga tiltakið Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum. Byrjað verður á morgni fyri næmingum í seinastu flokkunum í miðnámsskúlunum, og um kvøldið er tiltakið fyri øll onnur útbúgvingaráhugað

Útbúgving er sera avgerandi, bæði fyri tann einstaka og samfelagið. Útbúgving, styttri ella longri, er næstan ein treyt, skalt tú fáa eitt spennandi og mennandi lív.

Í okkara samfelagi er náttúrutilfeingið ikki so stórt, og tí er tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa útbúgvingar, um vit skulu klára at halda livistøðinum í altjóða kappingini.

Markleys útbúgving 2008 / 2009 roynir at vera við til at lata upp fyri teimum mongu ókendu valmøguleikunum, sum finnast bæði nær og fjar.

Árliga tiltakið verður í ár hildið í Norðurlandahúsinum í morgin, mikudagin 24. september. Um morgunin verður tiltakið fyri næmingum í seinastu flokkunum í miðnámsskúlunum. Um kvøldið verður tiltakið so eisini hildið fyri øllum útbúgvingaráhugaðum, tað vil siga øll tey, sum ikki eru við um dagin, og øll tey, sum ikki ganga í skúla, men ynskja at koma í gongd við eina útbúgving.


Serfrøðilig vitan

Skráin fyri tiltakið er sera fjølbroytt, og kann sigast at har er okkurt fyri hvørt oyra. Kanska serliga áhugavert verður tað at leggja oyra til Jacob Lange, sum er lestrarstjóri við Københavns Universitet.

Í høvuðsheitum er tað serliga tvey ting, hann kemur at greiða frá.

- Eg komi í høvuðsheitum at leggja dent á tvey ting. Tað fyrsta er, at tað hevur ongantíð verið lættari at fáa eina útbúgving í Danmark. Krøvini til miðaltøl eru lækkaði, og tað er blivið munandi lættari at sleppa inn á skúlarnar í Danmark. Men samstundi verða størri krøv sett til, at tú hevur tær røttu lærugreinarnar, sigur Jacob Lange, lestrarstjóri við Københavns Universitet.

- Hitt, sum eg fari at greiða frá, er skiftinum frá at ganga í miðnámsskúla til at skulla ganga á universiteti. Tað er jú ein kollvelting at koma úr miðnámsumhvørvinum og í universitetsumhvørvið, og tað er umráðandi, kanska serliga fyri føroyingar, at tú ert saman við øllum tínum lestrarfeløgum, og ikki bert teimum »heimanífrá«, vísir Jacob Lange á.

Hesi bæði evnini fer hann at greiða frá í høvuðsheitum, nevnliga nýggju og lækkaðu krøvunum frá universitetunum, og eisini frá skiftinum millum miðnám og universitet.


At lesa úti og heima

Nógvir ymiskir fyrilestrar verða á Markleys útbúgving, og hesir fyrilestrar snúgva seg bæði um lestrar- og starvsmøguleikar í Føroyum og úti í heimi. Fyrilestrar verða hildnir um lestrarmøguleikar í millum annað Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, USA, Týsklandi, Fraklandi, Spania, Stóra Bretlandi og Avstralia.

Umframt hesar møguleikar verður eisini greitt frá lestrarmøguleikunum í Føroyum, og verða umboð fyri Fróðskaparsetrið, Føroya Handilsskúla og Føroya Lærara- og Pedagogskúla.

Men tað verður ikki bert greitt frá møguleikunum, ið eru fyri at lesa úti í heimi. Tvey umboð fyri Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, Rúna Jacobsen, sum hevur lisið í Danmark og Føroyum, og Ingun Miðberg, sum hevur lisið í Leeds, fara at greiða frá mununum millum at lesa í Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi.

Tær fara eisini at greiða frá skiftinum millum at lesa á miðnámsskúla og á universiteti, umframt at tær eisini fara at greiða frá virkseminum hjá MFS.


Ráð til at lesa

At lesa er ikki ókeypis. Tí verður eisini góður møguleiki fyri at kunna seg um fíggjarmøguleikarnar kring víðari lesnaði, og verða umboð fyri EIK eisini við á tiltakinum. Eisini fer eitt umboð fyri Føroya Tele at halda fyrilestur um tað at leita eftir starvi, og hvat tú skalt leggja dent á, tá tú leitar eftir dreymastarvinum.

Talan verður sostatt um eitt sera fjølbroytt tiltak, har fyrilestrar verða fyri hvørt oyra.

Markleys útbúgving 2008 / 2009 verður hildið í Norðurlandahúsinum í morgin, um morgunin fyri miðnámsskúlanæmingum, og um kvøldið, frá klokkan 19.30, verður Markleys útbúgving fyri øll áhugaði, og tiltakið er ókeypis.