Markleys útbúgving 2007/2008

Markleys útbúgving 2007/2008 verður hósdagin 27. september 2007 við lestrarvegleiðing til víðari útbúgvingar. Eins og í fjør so verður tiltakið umborð á Smyrli fyri elstu flokkarnar í miðnámsskúlunum í Føroyum í skúlatíðini og um kvøldið verður alment tiltak á Handilsskúlanum í Havn.

Meðan parturin umborð á Smyrli í skúlatíðini er altso er ætlaður teimum, ið framvegis ganga í skúla, er parturin á Handilsskúlanum í Havn er serliga ætlaður teimum, sum eru farin úr miðnámsskúla, men enn ikki eru farin undir víðari lestur ella útbúgving. Øll áhugað er hjartaliga vælkomin at kunna seg um útbúgvingar um allan heim. Ikki færri enn 20 framløgur verða, umframt at tað eru góðar stundir at fáa persónliga vegleiðing, skrivar Altjóða Skrivstovan.

Lesið meira um tiltakið á www.ask.fo/mu.