Markið sett millum Grønland og Kanada

Danmark og Kanada hava nú skrivað undir sáttmála um markið millum Kanada og Grønland. Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, sum er á vitjan í Kanada, skrivaði undir Danmarkar vegna. Umboð fyri grønlendsku myndugleikarnar hava verið við í samráðingunum.

Tann nýggja avtalan kemur ístaðin fyri eina avtalu, sum bleiv gjørd í 1973. Nýggj tøkni hevur gjørt tað lættari at seta tað rætta markið, sum er meiri enn 3.000 kilometrar langt og røkkur úr Suðurgrønlandi norður í Arktiska Havið norðan fyri Grønland.

Tey seinnu árini hava Danmark og Kanada stríðst um ræðisrættin til ta lítlu oynna Hans Ø, sum bæði grønlendingar og kanadiumenn kanna sær, men tann nýggja marknaavtalan umfatar ikki hesa oynna.

Tjóðartingið í Kanada, Landstingið í Grønlandi og danska Fólkatingið skulu staðfesta ta nýggju avtaluna, fyri at hon skal fáa gildi.