Tann fyrsti stóri parturin av morgunsendingini hjá Rás2 verður ein stór markering av bragdinum hjá Víkingi.
Á skránni verða bæði beinleiðis samrøður, og samrøður, sum vóru bandaðar, har fólk vóru á tráðnum úr Tromsø.
Fólk kunnu senda eina viðmerking ella heilsu til Víking á 55 99 99. Hesar verða lisnar so hvørt.
Latið verður eisini upp fyri møguleikanum, at fólk í Leirvík og Gøtu kunnu ringja inn til sendingina, og seta orð á hvussu tey upplivdu bragdið í Tromsø.










