Markamótanevndin farin til verka

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir aftur uppáhaldinum, at kommunur ikki vilja nýta markamótsnevndina

Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, hava verið ávís ivamál um, hvørji mál hoyra til landið og hvørji til kommunurnar, og tí er ein markamótsnevnd sett, ið skal gera av, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum, tá ivamál eru.

 

Eitt av ivamálunum eru Alzheimer-sjúklingarnir, sum eru yngri enn 67 ár, tí teir eru onkursvegna endaðir í ongamannalandi, nú hvørki land ella kommunur siga seg hava ábyrgdina av teimum.

Sosialurin setti um vikuskiftið sjóneykuna á júst hesar sjúklingarnar, og tá fanst Alexander Samuelsen, varanevndarlimur í Alzheimer-felagnum at, at hesi viðurskiftini eru ógreið.

- Nú er ein markamótsnevnd sett, men so vítt eg veit, so hevur hon eingi mál at viðgera, segði hann í samrøðuni við Vikuskiftis-Sosialin.

Men nú vísir Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórhavnar kommunu, aftur, at nevndin einki mál hevur fingið, tí júst Alzheimer-sjúklingarnir undir 67 ára aldur eru endaðir á borðinum hjá nýggju markamótsnevndini.

Sí ljóðbrot undir myndini.