Í kvøld liggur Facebook-stovnarin, Mark Zuckerberg, á sjúkrahúsi. Tað skrivar hann sjálvur, eins og hann hevur deilt myndina her omanfyri á sínum vanga.
Tað var, meðan hann var og vandi, at hann sleit krossbandið í vinstra beini.
Á sínum Facebook-vanga sigur hann, at hann júst er komin út av aftur skurðstovuni, har læknarnir hava roynt at fingið krossbandið uppá pláss aftur.
Mark Zuckerberg skrivar, at hann fær góða hjálp á sjúkrahúsinum
- Eg vandi til ein MMA-dyst, sum skal verða næsta ár, men nú verður tann dysturin helst nakað seinni, leggur hann aftrat.
Sambært útlendskum miðlum í kvøld, er ikki greitt, hvønn dyst, Facebook-stovnarin sipar til, men hann og Tesla-stovnarin, Elon Musk, hava leingi keglast um at bjóða hvørjum øðrum av í dysti.
Sagt verður, at Elon Musk fleiri ferðir hevur bjóðað Mark Zuckerberg av, og Zuckerberg hevur fleiri ferðir sagt ja til avbjóðingina. Tað er tó ikki greitt, um nakað álvara liggur í dystar-keglinum teirra millum.