Í síðstu viku gjørdist tað alment, at Mark Webber ikki verður millum bilførararnir hjá Williams liðnum komandi kappingarár, tí var væntað, at Webber flutti til Renault liðið komandi kappingarár, men nú hevur avstraliumaðurin kunngjørt, at hann flytur til Reb Bull liðið, skrivar f1racing.com.
Mark Webber hevur Renault liðstjóran sum umboðsmann, og var tí eitt sera upplagt boð til tóma Renault setrið, nú Alonso fer til McLaren Mercedes. Í samrøðu við avstralsku sjónvarpsstøðina Network 10 varð Webber spurdur um, hví hann ikki flytur til Renault har Briatore er umboðsmaður. Hartil svaraði Webber, at tey kanska skuldu spurt Briatore, hvar hann fer komandi kappingarár.