Marjus Dam varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998. Hann varð afturvaldur í 2002 og í 2004, men fall í 2008. Hann hevur kortini havt sæti á tingi, síðani ABC samgongan varð skipað í september 2008 sum varamaður.
Tá vágafólk sendu síni uppskot til listan hjá Sambandsflokkinum, tá varð Marjus Dam teirra umboð. Uppstillingarfundurin í Vágum vrakaði Rósu Samuelsen, sum kortini kom upp á listan gjøgnum sambandsfelagið í Havn. Rósa Samuelsen varð vald á ting, meðan Marjus fall. Kortini fekk Marjus Dam sæti á tingi, tá Rósa Samuelsen fór í landsstýrið.Lagnunnar speisemi, kundu vit sagt...
Marjus Dam vísir í skrivi til miðlarnar á ymiskt gott, sum er hent hesi árini, hann hevur verið á tingi - og á ymiskt ringt. Tað allar ringasta heldur hann vera, at løgtingið hevur kastað fýra milliardir krónur aftur til Danmarkar - pengar, sum Marjus Dam heldur kundu verið nýttir innan skúla og sosiala økið og skapt varandi loysnir.









