Marjus Dam sigur beinleiðis ósatt, tá ið hann aðstaðni í Sosialinum staðfestir, at hann var til reiðar at fella samgonguna, um ikki landið yvirtók tað, sum undirsjóvartunlarnar kosta í rakstri.
Tað sigur Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvági
Hann sigur tvørturímóti, at Marjus Dam slóð fast, at hetta er avgjørt ikki eitt mál, sum tað er vert at slíta eina samgongu upp á.
- Marjus Dam ringdi til mín dagin fyri, at Løgtingið skuldi samtykkja fíggjarlógina, sigur Napolion Magnussen.
Hann sigur, at tá visti Marjus Dam, at meirilutin í fíggjarnevndini fór at mæla til, at landskassin skuldi yvirtaka tað, sum tað kostaði at reka undirsjóvartunlarnar.
Borgarstjórin í Miðvági er javnaðarmaður og tað, sum Marjus Dam vildi, var at fáa hann at ávirka javnaðarmenn í Løgtinginum at taka undir við hesum.
- Men hann staðfersti kortini, at hetta er “bestemt ikki nakað man slítur samgonguna uppá”. Hann segði, at gekk tað ikki hesuferð, var hetta nakað, sum altíð kundi koma seinni
Tá ið Marjus Dam nú kortini sigur, at hann var til reiðar at slíta samgonguna, er spildurnýtt og skal helst takast sum eitt tekin um, at hann longu er farin undir valstríðið til næsta Løgtingsval, sigur Napolion Magnussen.
Annars er hann púra samdur í at landið eigur at gjalda raksturin.
Og hann veit, at kommununar í Vágum vóru á fundi við leiðandi fólkafloksmenn um sama evni, tá ið Vágatunnilin var liðugur.
- Men tá vóru teir hvørki at høgga ella stinga í, so Fólkaflokkinum hevur verið ímóti hesum, heilt til nú, sigur borgarstjórin í Miðvági.
Sí eisini fleirir aðrar greinar um sama mán á internetsosialinum í dag