Vágatingmaðurin Marjus Dam er sinnaður at taka undir við, at Føroyar verða eitt valdømi aftan á næsta løgtingsval Tá Edmund Joensen kom við uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, hótti floksfelagi hansara úr Vágum, Marjus Dam, við at slíta samgonguna, bleiv uppskotið samtykt í Løgtinginum.
Men nú sigur Marjus Dam við Útvarpið, at hann er til reiðar at atkvøða fyri uppskotinum, tó soleiðis at Føroyar verða ikki eitt valdømi fyrr enn aftan á næsta løgtingsval.
Marjus Dam er formaður í Løgtingsins rættarnevnd, sum ætlandi skal viðgera valdømisuppskotið.










