Tað eydnaðist tó varparanum at tyggja seg ígjøgnum Olsen, Petersen og Hansen, men tá Marjunardóttir var næst seinasta navnið á listanum, hevði maðurin givið upp. Ístaðin varð bara sagt hart og týðiliga “Frida”, meðan hallarvarparin við einum skeivum smíli vónaði, at hetta ikki var tikið illa upp av spælarunum.










