Marjun við nýggjari skaldsøgu

Í dag gevur Marjun S. Kjelnæs, ein av Føroya virknastu rithøvundum, út eina nýggja skaldsøgu, ið hevur fingið heitið Óendaliga vera.


Skaldsøgan, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, er úrslit av kapping, sum Bókhandlarafelagið skrivaði út í 2014 um at skriva samtíðarskaldsøgu.


Dómsnevndin var á einum máli um, at skaldsøgan flytir seg hegnisliga ímillum fortíð og nútíð í sínum lýsingum av persónum og hendingum í 20. øld og á okkara døgum. Skaldsøgan er eyðkend av sínum sterku persónslýsingum og sínum neyva og beinraknað myndamáli. Samanumtikið er hetta ein heilskapað søga um svik, tøgn, longsul og kærleika.


Marjun Syderbø Kjelnæs er fjøltáttaður rithøvundur, sum hevur skrivað stuttsøgur, útvarpsleik, barnabøkur, ungdómsbók, yrkingar, leikrit, sangtekstir og filmshandrit.


Síðan fyrstu ferð, Marjun kom út á prenti í 2001 og til dagin í dag, er ein ótrúlig menning farin fram, hon flytur seg hegnisliga á fleiri økjum innan skrivaðu listina.


Marjun hevur vunnið føroyskar og norðurlendskar virðislønir, umframt at hon hevur verið heiðrað við White Raven heiðursmerki frá Deutsche Jugendbibliothek.


Í samband við útgávuna verður skipað fyri bókaframløgu klokkan 17 í Sjónleikarhúsinum.