Marjun H. Olsen luttók eisini í Steinway kappingini, har klaver úrmælingar hittast. Men hon spælir eisini tvørfloytu og vann 1. virðisløn í vikuskiftinum í kappingini, ið Berlingske Tidende skipaði fyri í Keypmannahavn í vikuskiftinum. Hon hevur áður vunnið 2. virðisløn í hesi kapping.
Ein kann fáa gull, og síðani 1. virðisløn og 2. og 3. viðisløn og diplom.
Jón og Tróndur 3. virðisløn
Eisini Jón Festirstein, violin, og Tróndur Herason Olsen, cornett, fingu væl burturúr. Teir fingu 3. virðisløn.
Kappingin er skipað soleiðis, at tónleikararnir kappast ikki sínamillum, men ímóti sær sjálvum. Vinnur ein t.d. 3. virðisløn, so kann ein royna at fáa betri úrslit í komandi kapping. Og tað er júst tað, ið teir 3 føroyingarnir hava gjørt. Jón og Tróndur hava ikki luttikið áður, men ruku beinleiðis inn á eitt 3. pláss.
Marjun hevði meira at liva upp til, tí hon hevur áður fingið 2. virðisløn. Sosialurin ynskir henni tillukku við 1. virðislønini.
Lærarar hjá teimum trimum eru Andrea Heindreiksdóttir, Sámal Petersen og Kenneth Jones