Marjun og Símin vunu í Havn

Hetta gjørdist úrslitið, tá FM fyri blandað pør varð spælt í Havn leygardagin. Tey bæði fingu ikki minni enn 61 av samlaðu skorini

BRIDGE

Leygardagin var FM kapping fyri blandað pør í Bridgehúsinum í Havn. Undir leiðslu av Heðini Mouritsen fingu tey 12 pørini eina góða og spennandi kapping. Kappingina vunnu Símin Lassaberg og Marjun Restorff rættiliga greitt við ikki minni enn 61 % skoru.

Úrslit ? pør yvir miðal
1Marjun Restorff ? Símin Lassaberg48
2Randi Jacobsen ? Árant Berjastein33
3Henriette Svenstrup ? Oddmar Danielsen23
4Ingibjørg Hansen ? Atli Hansen4
5Marita Krosstein ? Dia Jacobsen3

Eitt spæl frá kappingini

S/A
AK9
AKQ108
76
1032
Q764532
J975243
953J74
KJ10543
J108
6
AKQ108
AQ98

VNES
Bogi
SimonsenJóna
Grunnveit
---1rú
2rú*pass2hj3kl
pass6utØll pass

Bogi sat her og vónaði at sleppa at dupla mótpartin í einari major kontrakt. 2rú hjá Vestan var eitt sokallað ?Michaels Cuebid?, ið vísir eina heldur veika hond við báðum majorlitunum. Men Jóna vildi tað øðrvísi ? hon kundi ikki vita, hvørjum kortum Bogi sat við ? og meldaði kleyvaralitin hjá sær. Tá Jóna soleiðis eisini vísti eina sterka hond, valdi Bogi at melda 6ut.
Bogi vann lættliga 13 stikk. Vestan hevði við meldi sínum víst báðar majorlitirnar, og Bogi klípti tí heldur enn at toppa.
Spælið gav Jónu og Boga ein reinan topp, eingin annar hevði meldað slemm. Men Bogi kundi kortini ikki lata vera við at hugsa um, hvat tað hevði givið at dupla mótpartin í 2hj. Við hjartara út frá Sunnan, hevði Eystan fingið eitt stikk, og NS 2000 í staðin fyri 1470. Men ein toppur er ein toppur.

FM fyri veteranar
Sunnudagin skuldi eftir skránni FM kapping fyri veteranar verið, men vegna ov lítla undirtøku, varð kappingin avlýst. FBS hevur enn ikki gjørt av, hvørt hendan kappingin verður leikt seinni ella ikki. Hetta verður so í fyrsta lagi í mai.

FM kappingin fyri lið
Næsta kappingin hjá FBS verður FM kappingin fyri lið. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn vikuskiftið 1. til 3. mars. Byrjað verður at spæla fríggjakvøldið 1. mars kl. 19.30, og tá verður tað umfarið, ið skuldi verið leikt í Fuglafirði seinast, men vegna veður mátti útsetast.