Marjun Kalsø fekk ársins rósu

Marjun Kalsø fekk í dag heiðurin sum ársins rósa 2013. Hetta hendi, tá jólaskipið kom til Klaksvíkar

Hon dugir kynstrið at ganga saman við teimum, hon er í felagsskapi við, men samstundis at ganga undan og slóða fyri, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá ið hann handaði Ársins rósu í kvøld

Marjun Kalsø, sum serliga er kend frá flogsbóltsumhvørvinum, varð í kvøld heiðrað við Ársins rósu, tá ið Jólaskipið kom á Klaksvík.

Hesaferð legði Jólaskipið at úti í gomlu Klaksvík, har nógv fólk varð savnað, og ein partur av hesum jólahaldi er, at ein eldsál í lokaløkinum verður heiðrað við tí, sum kallast Ársins rósa.

Marjun Kalsø hevur í fleiri ártíggju verið virkin í flogbóltsfelagnum Mjølni, har hon hevur verið og framvegis er spælari, men har hon í meira enn 30 ár eisini hevur vant ung og vaksin og hevur verið virkin í nevndararbeiði og fyriskipan.

- Hon sær møguleikar fram um forðingarnar, hevur eitt jaligt sinni, og hevur gjøgnum nógv ár tikið eitt stórt og støðugt tak í felagsskapi. Hetta er ein persónur, sum altíð er til reiðar at taka fatt, sum hevur hug og vilja til at broyta seg og sítt umhvørvi, sum hugsar nýggjar tankar, og sum vil arbeiða miðvíst fyri einum máli, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tá ið hann handaði Ársins rósu.

- Tykjast avbjóðingarnar stórar, ja, so er bert eitt at gera, og tað er at taka avbjóðingarnar á seg. Har onnur fólk helst høvdu stúrt fyri uppgávuni ella framtíðini, kann hesin persónurin við einum jaligum sinni og áhaldandi avriki bæði ganga undan og saman við teimum, viðkomandi er í felagsskapi við.

- Hon er ein av teimum, sum er við til at gera okkara lokalsamfelag betur, sum spreiðir jaligan hugburð og mót í sínum umhvørvi, og sum eggjar ungum til at taka ábyrgd og at arbeiða fyri sínum málum og dreymum. Hetta er eitt fólk, sum dugir kynstrið at ganga saman við teimum, hon er í felagsskapi við, mensamstundis at ganga undan og slóða fyri, segði Jógvan Skorheim um Marjun Kalsø.