Marjun Holm, skúlastjóri: Ein kreppuloysn

Skúlastjórin í Argja skúla, Marjun Holm, er sera kedd um vánaligu umstøðurnar skúlin bjóðar næmingunum. ? Hetta er bara ein kreppuloysn, men hvussu leingi næmingarnir skulu vera í neystinum, veit eg ikki, sigur Marjun Holm

Róðrarneystið á Argjum er langt frá nóg gott til at bjóða næmingunum. Og hetta er skúlastjórin í Argja skúla, Marjun Holm, væl varug við.
? Eg veit ikki, hvussu leingi næmingarnir skulu vera í neystinum. Men róðrarneystið er langt frá nóg gott til teirra, sigur Marjun Holm, skúlastjóri.
Hon vísir á, at um kvøldið eru ymsir aktivitetir í neystinum, so borð, talvur og stólar mugu flytast yvir til síðuna fyri at pláss skal vera fyri tiltøkunum.
? Hetta er ein kreppuloysn, onki annað. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki. Talan hevur verið um at byggja Argja skúla út síðani síðst í 80´unum, men arbeiðið kemur ikki víðari. Nú er tørvurin veruliga vorðin akuttur, og seinasta ár vóru tekningar og uppskot gjørd fyri at byggja skúlan út, men vit koma ikki víðari. Tað vísir seg, at íløguloftið hjá kommununi er ein trupulleiki, greiðir Marjun Holm frá.
Tosað hevur eisini verið um at keypa frímerkjadeildina hjá Postverkinum á Argjum, og gera hana til skúla, men heldur ikki á hesum økinum eru hendar nakrar broytingar.
? Vit eru tvungin til at taka næmingar inn, og í løtuni er talið á 365. Lærararnir eru sjálvandi eisini misnøgdir við hesa loysnina, og vit eru eisini kedd av at skula bjóða næmingunum slíkar umstøður, sigur Marjun Holm at enda.