Býarmyndin í høvuðsstaðnum broytist eitt sindur, tí í dag flytir handilin Marjun Heimá úr C. Pløyensgøtu, har hann hevur hildið til síðan 1965.
Hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at rigga nýggju hølini til, men nú er arbeiðið liðugt og í dag letur Marjun Heimá upp í nýggju hølunum, sum eru í Niels Finsens gøtu 14. Tað er har, sum Hjalmar Jakobsen Bókhandil áður helt til.
Tað eru 54 ár síðan Marjun Heimá lat upp handil á Abbatrøð. Har helt hon til fyrstu seks árini, til hon í 1965 flutti í størri hølir í C. Pløyensgøtu, tí virksemið vaks so skjótt, og har hevur handilin húsast til nú.
Í dag er tað Maibritt Jacobsen, sum eigur Marjun Heimá. Hon keypti handilin, sum framvegis selur tað, ið hevur við seyming at gera, í 2005.
Í 2010 kasaðu Marjun Heimá og Beinta Vilhelmsen skraddarí saman, og tí er handilin í dag eisini ein av stóru seymiverkstovunum í landinum við sjey seymikonum.
Nú Marjun Heimá flytir, eftir at hava hildið til í sløk 48 ár á sama bústaði, verður skipað fyri móttøku í nýggju hølunum í Niels Finsens gøtu 14. Móttøkan verður í dag klokkan 15.