Marjun er undangongufólk

Seinasti dysturin í EM undankappingini í flogbólti í Luksemburg var nummar 100 hjá Marjun Kalsø. Hetta varð hon heiðrað fyri týskvøldið í býráðshøllini, har borgarstjórin, liðfelagar, familja, vinir og mong onnur tóku ímóti henni

Klaksvík:
? Mær vitandi er tað ongin annar, sum hevur leikt 100 skrásettar landsdystir fyri Føroyar áður, og tí kann av sonnum sigast, at Marjun Kalsø er eitt undangongufólk ? ikki bara í Klaksvík, men eisini í øllum landinum, segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri millum annað í røðu síni fyri Marjun í býráðshøllini týskvøldið.
Hann segði eisini, at ung ítróttarfólk kunnu hava Marjuna sum fyrimynd, tí hon hevur givið ítróttinum nógv hesi mongu árini.
Tá Steinbjørn var liðugur við sína røðu, segði Vera Larsen nøkur orð vegna Mjølnir.
Vera segði, at Marjun var so sanniliga ikki komin sovandi til hetta. Og hon greiddi frá,at tá Marjun ikki var til venjingar, so fingu tær ikki tað sama burturúr, tí hon koyrir á allatíðina.
Marjun fekk gávur frá býráðnum og frá Mjølni umframt fleiri blómutyssi.
Sjálv var hon púra málleys, so bilsin hon var. Hon visti av ongum áðrenn.
? Eg veit ikki, hvat annað eg skal siga enn takk, segði hon bilsin.

Móttøka á ferjuleguni
Ætlanin var upprunaliga, at móttøkan skuldi vera klokkan 19, men av tí at Marjun var seinkað úr Vágunum, var hon sett at verða hálvanannan tíma seinni. Men hetta fingu ikki fólk at setast aftur fyri tað.
Móttøkan byrjaði á ferjuleguni, har eini 200 fólk ella meiri stóðu og bíðaðu til Dúgvan skuldi koma. Tá Marjun kom í land, byrjaði hornorkestrið at spæla, og gingu tey á odda niðan í býráðshøllina, har borgarstjórin tók ímóti.
Framvið vegnum stóðu børn og vaksin við stjørnukastarum, har tey gingu. Veðrið var av tí besta, og Marjun var sera bilsin og glað.
Nú hevur hon rundað teir 100 landsdystirnar og enn eitt mál er rokkið hjá henni. Hvat hennara næsta mál fer at verða hjá hesi virknu ítróttarkvinnu, tað er ikki gott at vita.
Ofta hevur hon fingið spurningin, nær hon fer at gevast, men so longi sum hugurin og orkan eru til tað, so er bara at halda fram.