Marius Ziska útsetir konsertir vegna koronu

Ein limur í bólkinum hevur fingið koronu, og tí er neyðugt at útseta konsertirnar.

Konsertirnar við Marius Ziska, sum skulu verða í Reinsarínum í Tórsgøtu um vikukskiftið, eru útsettar til leygarkvøldið hin 26. februar.

 

Orsøkin er korona.

 

- Ein limur í bólkinum hevur fingið koronu, og tí eru vit noydd at útseta. Hetta harmar okkum, sjálvandi.

 

Bólkurin fegnast tó um, at til bar at finna eina nýggja dagfesting fyri konsertirnar longu síðst í hesum mánaðinum.

 

- Keypt atgongumerki til ætlaðu konsertirnar, sum skuldu verða um vikuskiftið, verða flutt til nýggju dagfestingina.

 

Fyrireikararnir siga, at tey, sum ynskja at fáa peningin aftur, kunnu boða frá á torsgota@torshavn.fo.