Marius Ziska til reiðar við takkarkvøðu til Allen Ginsberg

Sangurin “Lion” er ein takkarkvøða til beat-høvundin Allen Ginsberg. Heitið er íblást av ævisøguni “Dharma Lion,” og er ein viðmerking til rákið at skáka sær undan øllum stríðsspurningum í popptónleikinum.

”Lion” er eisini søgan um ein sang, sum er vorðin til yvir nøkur ár, og nú er endaður við at verða eitt aftursvar til rákið um at sleppa sær undan ósemjum og stríðsspurningum í nútíðar popptónleiki.

Alt meðan væl samasjóðaða ljóðið hjá Marius Ziska er eyðsæð, er sangurin, við einum teksti, sum Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað, vorðin bæði ein takkarkvøða til Allen Ginsberg og ein kritikkur av nútíðini:

“Teksturin, sum Hans Jacob hevur skrivað, snýr seg um Allen Ginsberg, sum var rættuliga ófiltreraður og beinleiðis í sínum formi – kompromisleysur og erligur. Tað er nakað, sum vit ikki hoyra nógv til í dagsins popptóneiki, so tí vildu vit gjarna fagna. Mær dámar eisini væl, tá ið sangir snúgva seg um okkurt konkret, og hetta er altso ein takkarkvøða til lívið hjá Allen Ginsberg og tann munin, sum hann gjørdi við at skilja seg so burturúr mongdini,” sigur Marius Ziska, sum er sangari í bólkinum, og heldur áfram:

“Eg havi haft lagið til sangin í høvdinum í longri tíð. Í øllum førum trý ár. Ein dagin fullu brikkarnir og formurin brádliga uppá pláss, og eg sendi lagið til Hans Jacob, sum skrivaði tekstin. Eg tók so lag og tekst í venjingarhølið, har bólkurin kom við sínum ljóði og innputti. Vit arbeiddu eisini eitt sindur meira við forminum. Seinni gjørdu vit so uptøkurnar í Bloch studio og nøkur overdubs í Bunkaranum” sigur Marius Ziska.

Eitt frígerandi fyrilitaloysi

Allen Ginsberg er ein av teimum best kendu og árinamiklu beathøvundunum. Saman við m.a. Jack Kerouac og William S. Burroughs myndaði hann hørðu kjarnuna av beatættarliðnum í USA. Hann var ikki bangin fyri at skriva júst tað, sum hann hevði hug til. Í 1956 debuteraði hann við kendu yrkingini ”Howl”, sum gjørdi upp við konformitetin í tíðini eftir kríggið og hennara blindu materialismu. Yrkingin vísti bæði til at yrkjarin var samkyndur og eksperimenteraði við euforiserandi stoffum, og í roynd og veru varð hald lagt á ein hóp av yrkingunum í 1957. Beathøvundarnir høvdu stóra ávirkan á ungdómin í tíðini eftir kríggið, og Ginsberg endaði m.a. við at vera á konsertferð saman við Bob Dylan, sum vit m.a. síggja í heimildarfilminum hjá Scorsese um Dylan ”No Direction Home.

” Tað hevði stóra ávirkan á teksthøvundin Hans Jacob Kollslíð, tá ið hann á fyrsta sinni lærdi yrkingarnar hjá Ginsberg at kenna:

”Har var eitt fullkomiligt fyrilitaloysi, sum kendist sera frælsisgerandi. Nógv ár seinni fekk eg bara hug at skriva eina takkarkvøðu til Ginsberg og beatættarliði, sum eg haldi, at vit saktans kundu lært nakað av í okkara vælpoleraðu 2020’um” forklárar Hans Jacob Kollslíð.

Skiftandi andaligheitin

Onkrir av teimum føroysku tekstunum, sum eg havi skrivað til Marius Ziska, kunnu sigast at snúgva seg um hitt spirituella, uttan tó at vera hvørki sekteriskir ella religiøsir. Og har er ein javnvág ímillum at vera opin fyri tí andaliga og so at læsa seg fastan í eina ávísa stevnu, heldur hann:

“Tað hevur ofta argað meg, at vit hava lyndið til at býta tónleik upp í verðsligan og andaligan tónleik, og at vit við “andaligan tónleik” tá aloftast hugsa um okkurt, ið av einum nokkso smølum bólki av fólki verður fatað sum verandi kristið. Sjálvur havi eg búð í Thailandi, har eg fyrst og fremst lærdi buddismuna at kenna, men eg hevði eisini vinfólk sum vóru hinduar, muslimar, sikhar og enntá ateistar, sum tyktust vera rættuliga upptiknir av hinum andaliga, uttan tó neyðturviliga at vera kristin. Tað opnaði míni eygu fyri, at hitt andaliga kann vera ein sera umfatandi stødd, ið menniskju allar tíðir, alla staðir, hava dyrkað á ymiskar hættir,” greiðir teksthøvundurin frá.

Ginsberg var ein hondgranat í hinum pena húsinum

Beatbókmentirnar, sum av onkrum enn verða sæddar sum “syndafullar”, tí tær viðgera bæði samkyndleika, marijuanaroyking og eksotiskar gudar, eru fullar av tilsipingum til hitt andaliga bæði so og so. Ginsberg, sum var jødi, leitaði sær t.d. bæði íblástur úr gamla testamenti, men eisini úr Zen-buddismuni og hinum eksentriska enska kristna mystikaranum William Blake. Týdningurin av bókmentunum hjá Ginsberg verður undirstrikaður av Billy Collins, sum segði um yrkingina “Howl” (í bókini "The Poem That Changed America - Howl - Fifty Years Later"), at yrkingin eisini var: “the hand grenade that bounced into the house of formalism and lay there for a few minutes before exploding. When the air cleared, poetry had changed for good.

" “Eg veit, at Allen Ginsberg hevur uppiborið eina takkarkvøðu frá mær, men eg kenni meg eisini rættuliga sannførdan um, at hann hevur uppiborið eina kvøðu ikki bara frá einum tónleikabólki sum Marius Ziska, men eisini frá populertónleikinum sum heild, sum kanska ikki er heilt tilvitaður um hvussu nógv hann í roynd og veru skyldar yrkjarum sum Allen Ginsberg” sigur Hans Jacob Kollslíð og letur soleiðis eina áheitan fara víðari.

Um Marius Ziska

Marius Ziska er fyrst og fremst ein framúr góður sangari, sum leiðir tankarnar á bæði Chris Martin frá Coldplay og Bon Iver. Tónleikurin hevur ein tíðiligan melankolskan grundtóna við ótrúliga vøkrum melodium og brúsandi instrumenteringum frá tí sera væl samanspælda bólkinum. Marius Ziska fekk við heildarútgávuni ”Home/Heim” eitt í 2015 sítt stóra gjøgnumbrot í Føroyum. Útgávan varð samstundis givin út í Danmark og Týsklandi, har hon fekk ein hóp av góðum ummælum og varð fylgd upp av konsertferðum í Týsklandi, Ruslandi og Danmark. Føroyska heildarútgávan ”Portur” varð givin út í 2018. Eisini hon fekk góð ummæli í bæði Týsklandi, Danmark og Føroyum, og varð fylgd upp av konsertferðum í hesum trimum londunum. Marius Ziska vann ein FMA fyri ”Bestu útgávu” í 2019 og var á einari tvær vikur langari væleydnaðari konsertferð í Týsklandi og Danmark í september. 2020 hevur higartil boðið uppá eitt nýtt staklag ”Falli til jarðar” og eina konsertferð í Danmark í februar. Marius Ziska skal aftur á konsertferð í Danmark í mars 2021.

Staklagið “Lion” verður útgivið á Songcrafter Music 25. septembur 2020.