Í dag er nýtt 'live session' sjónbandalag av 'All the good i know' hjá bólkinum Marius komin út. Tað er Torfinnur Jákupsson, sum hevur staðið fyri upptøkum.
Marius er ikki ein nýggjur bólkur í føroyskum høpi. Vit hava mangan áður hoyrt fangandi løg frá Hans Marius Weihe Ziska, sum er oddamaður handan bólkin.
Í dag gevur bólkurin so eitt nýtt sjónbandalag út, og er tað í samstarvi við Tutl.
Bólkurin er mannaður við Hans Marius Weihe Ziska gittar og sang, Brandi Jacobsen á trummum, keyboard og sang, og Heðin Ziska á gittar, og hevur hann eisini staðið fyri ljóðblandinum.
Hans Marius hevur skrivað lagið, og Allan Tausen eigur orðini. Lagið sæst her:
Hesum boðar Tutl frá í dag.