Marius til Klaksvíkar

Dugnaligi sangskrivarin skal spæla á Vágsbø í summar.

Hans Marius Ziska telist millum dugnaligstu føroysku sangskrivararnar, og tónleikurin hjá honum er høgt í metum bæði heima og burturi.

- Hans Marius kom fram sum tannáringum í bólkinum Flux, sum luttók í Prix Føroyum. Bæði tá og nú hava frálíku løgini hjá honum verið í miðdeplinum í tónleikinum, hóast tónleikaliga úttrykkið er broytt nógv síðani aldarsskiftið, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

Marius Ziska kann metast sum singer/songwriter, hóast tónleikurin flytur seg millum fleiri sjangrur.

- Hans Marius hevur eina framúr góða rødd, sum veruliga ber tónleikin og úttrykkið hjá bólkinum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. 

Marius Ziska spælir javnan uttanfyri Føroyar, og her heima leita nógv fólk til hansara framførslur, og nú verður hann at hoyra á Summar Festivalinum, sum verður hildin í Klaksvík í døgunum frá 6. til 8. august.