Marius spælir stovukonsert

Røðin av hugnaligum stovukonsertum í Stoffalág 18, heldur áfram við enn einum av okkara bestu sangarum, tá Marius fer at spæla F’Ljóð stovukonsert mikudagin.

Røðin av hugnaligum stovukonsertum í Stoffalág 18, heldur áfram við enn einum av okkara bestu sangarum, tá Marius fer at spæla F’Ljóð stovukonsert mikudagin.

Guðrið Hansdóttir, Monkey Rat, Rowan, Jens Marni og Guðrun Sólja hava framført hesar seinastu vikurnar og røðin av framúr tónleikanøvnum heldur fram við kanska okkara sterkasta singer/songwriter Marius.

Tónleikurin hjá Marius Ziska kann best lýsast sum singer/songwriter, hóast Marius spælir tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.

Men tað, sum sermerkir tónleikin kanska allarmest, er tann ómetaliga góða røddin hjá Mariusi og tey vøkru løgini hjá honum, sum egna seg serliga væl til at vera spæld á einari stovukonsert.


Marius - aka Hans Marius Ziska - byrjaði sína tónleikalívsleið sum 16 ára gamal í rockbólkinum Flux, sum luttók í tónleikakappingini Prix Føroyar. Bólkurin var væl umtóktur í Føroyum, har hann hevði nógvar framførslur, og gav eisini út eina EP í 2001.

Eftir tað fór Marius sína egnu leið sum solistur, tó enn sum rock tónleikari, og í 2005 kom so fløgan "The sky is our home", sum av nógvum varð søgd at vera millum bestu útgávurnar tað árið.

Eftir hetta fór Marius at spæla meira stillan og akustiskan tónleik. Ummælarar hava róst honum fyri hetta og sagt, at hann í hesi sjangru hevur funnið sína røttu hill, og at hesin stílur hóskar so sera væl til fínu løgini og kompositiónirnar hjá Mariusi, umframt at her kann einastandandi vakra røddin hjá Mariusi veruliga koma til sín rætt.

Marius var ein av teimum, sum hevði framførslu á HOYMA í Gøtu í fjør heyst. Upptøkan frá hesi konsertini av serstakliga vakra lagnum "Nærvera" verður í løtuni nógv spæld í útvarpinum.

Marius hevur eisini júst vunnið eina FMA virðisløn - Faroe Music Awards 2014 - fyri besta lag innan rock, málm, blues og fólkatónleik. Tað var fyri lagið Tokan, sum hann hevur gjørt og sungið saman við íslendska Svavar Knútur.
Bert heilt fá atgongumerki eru til konsertina, tí einans 40 fólk sleppa inn, og 23 hava longu bílagt frammanundan, fyri at bíleggja atgongumerki, skulu tit skriva til Elin Brimheim Heinesen á t-posti: elin(at)heinesen.fo.

 

Omanfyri er ljóðupptøka frá Hoyma konsertini við Marius, saman við myndum frá tiltakinum.