Marius spælir í Pæsastovu

Hugnaliga Pæsastova er í annað kvøld karmur um intima konsert við einum av okkara mest hugnaligu sangarum Hans Marius Ziska.

Marius, ið hann kallar bólk sín, hevur á seinastu útgávuni skorið heilt inn á bein, og latið sínar sangir tosa fyri seg sjálvar, og úrslitið er framúr. Men tað er ikki undrunarvert, longu í Flux vísti oddamaðurin Hans Marius Ziska, at hann hevur serligar sangskrivaragávir, og tað hevur hann á útgávunum undir egnum navnið eisini víst.

Tað er langt frá rokkbólkinum, Marius, ið vann føroysku GBOB kappingina og vann sær eitt 6. pláss í altjóða finaluni og frá Flux, ið vóru eitt tað frískligasta innslagið í Prix Føroyum 1999, til Marius í dag.

Tónleikurin er friðarligur og hugnaligur, men enn standa løgini og eyðkenda sangrøddin sterk, enntá sterkari enn áður.

Konsertin byrjar kl. 19 í Pæsastovu í Havn