Marius spælir á Planet Awards

Enn eitt stórt føroyskt tónleikanavn er komið á skránna fyri Planet Awards. Talan er um føroyska GBOB vinnarin Marius við fyrrverandi Flux oddamanninum Hans Marius Ziska.

Rokkbólkurin Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur í finaluni í altjóða kappingini The Global Battle Of The Bands.  Á einum deildum sætta plássi við amerikonsku favorittarnar, vísti Marius, at tá tað snýr seg um tónleik, standa føroyingar ikki aftan fyri heimsins størstu tjóðir. Marius gjørdist yvir eina nátt eitt heimsnavn í føroyskum tónleiki.
 
Enn eitt navn
Á Planet Awards fer bólkurin á pallin har Yggdrasil við Kára Sverrisyni, Channe Nussbaum Trio, Brandur K. Jacobsen, Petsi Tvørfoss, 200, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Terji Rasmussen&quot;$?$end$!$Terji Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ og Frændur eisini fara at spæla.<BR> 
Nýggir men royndir
Marius er ein nýggjur bólkur og er eisini í uppskoti til Planetina fyri besta nýggja. Men í bólkinum eru fleiri royndir tónleikarar. Fyrst og fremst Hans Marius Ziska.
Hans Marius gjørdi fyrsti ferð um seg  á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Nikkanin helt fram í fleiri mánaðar í 15 teimum bestu. Hans Marius var sangskrivari í Flux og tað gjørdist beinanvegin greitt, at her var talan um ein sterkan oddamann við ótrúliga góðum oyra fyri fangandi popprokkløgum.
 
Marius úr Flux
Flux spældu saman í fleiri ár, og luttóku aftur í Prix Føroyum í 2001 og 2003, men náddu ongantíð upp á sama popularitet sum við mr. Headless. Flux gav í 2003 eina fløgu út við fimm løgum, ið ikki fekk nakra serliga móttøku.
Hans Marius gavst stutt eftir hetta í Flux og stovnaði Marius. Eins og í Flux er sangskrivarin og høvuðsdrívmegin í Marius, Hans Marius. Sambært Hans Marius eru bólkarnir í stóran mun líkir, men menn eru blivnir eldri og meira konsentreraðir, meira við uppá tað og meira kitchuttir.
 
Poppkent krem
Skulu vit døma eftir framførsluni á The Global Battle Of The Bands, so er Marius eisini væl poppkendari enn Flux. Eisini spælir bólkurin munandi betur. Tað tykist, sum um Hans Marius Ziska endiliga hevur fingið teir tónleikararnar, ið hansara gávur hava uppiborið.
Á gittara spælir ein av bestu føroysku gittarleikarunum. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;He?in Ziska Davidsen&quot;$?$end$!$Heðin Ziska Davidsen</st1:PersonName$?$end$!$ hevur bæði innan rokk og jass sligið sítt navn rimmarfast. Hann gjørdist kendur í Føroya størsta tungmálmsbólki Hatespeech miðskeiðis í 90árunum. Men hevur síðan tá luttikið á nógvum ymiskum jass-, fólka og poppfløgum.<BR>Tangentleikarin Knút Háberg Eysturstein er kendur sum solistur, sum gittarleikari í Marigold, sum tangentleikari hjá Peturi Pólsyni og í Gestum. Í øllum bólkunum uttan Marigold hevur hann spælt saman við Niels Jákup í Jógvanstovu, ið eisini spælir bass hjá Marius. Á trummum spælir Jens Pauli Joensen.





Farnir nógv fram
Bólkurin spældi í summar á G!, og síðan tá hava teir arbeitt nógv við tónleikinum sigur Hans Marius. Hann hevur alla tíðina trúð uppá góðskuna í løgunum, men hevur samstundis vita, at tey kravdu arbeiði fyri at gerast enn betur. Hans Marius greiður frá, at tá hann skrivar tónleik, so skrivar hann ikki bara eitt lag, hann skrivar eisini nógv av tí, sum ljóðførini skulu spæla t.d. gittarlinjur og tílíkt, so tá teir arbeiða við tónleikinum, sigur hann ofta tónleikarunum, hvat teir skulu spæla, og hann veit væl, at hann trýstir teir, og at hann nokk er ræðuliga irriterandi viðhvørt. Men úrslitið er sera gott.
 
Marius fløga
Beint áðrenn luttøkuna í GBOB finaluni var Marius í upptøkuhølið í Útvarpinum, har bólkurin saman við tøkninginum Finni Hansen tók tónleik til eina fløgu upp. Vónandi kemur fløgan í hesum árinum. Men meðan vit bíða, kunnu vit lurta eftir Marius á Planet Awards leygarkvøldið 28. januar.