Marius riggaði væl í kirkjuni

Ikki er óhugsandi, at enn ein konsert fer at vera í Eiðis kirkju

- Konsertin leygarkvøldið vísti, at kirkjan er væl egnað til slík til tiltøk, og harafturat sær út til, at fólk eru fegin um at brúka kirkjuna á henda hátt.

 

 

Soleiðis sigur Áki L. Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu, um konsertina við Marius í Eiðis kirkju um vikuskiftið.

 

 

Leygarkvøldið var Eiðis kirkja karmur um eina heilt serstaka konsert við tónleikabólkinum Marius. Eini 300 fólk vóru til staðar og lýddu á, meðan Marius framførdi bæði eldri, kend løg og eisini okkurt av tí, ið verður at hoyra á næstu fløguni hjá bólkinum. Hesaferð vóru sjey manns partur av bólkinum.

 

 

Tiltakið byrjaði klokkan 20.00, tá Emil Olsen, prestur, bjóðaði vælkomin, og harnæst hevði Bergtórur Bjarkhamar eina andakt.  Síðani framførdi Marius 13 løg, harímillum vóru tvey eykaløg. Tiltakið vardi í góðan hálvanannan tíma, og endaði við eini bøn og síðani sálmasangi. Aftaná fingu áhoyrararnir høvi at fara til kaffi í atelierinum hjá Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu.

 

 

Áki L. Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu var ein av fyriskiparunum av konsertini, og hann letur væl at tiltakinum.

 

 

- Hetta er fyrstu ferð, at ein konsert av hesum slag hevur verið í kirkjuni á Eiði, og somuleiðis hevur mann ikki áður tikið gjald fyri tiltøk í kirkjuni. Men sum heild haldi eg, at tiltakið eydnaðist væl. Sjálvt kirkjuhølið riggaði væl, og eisini var ljóðið gott undir konsertini, sigur Áki L. Hansen og heldur fram:

 

 

- Tónleikurin hóskaði væl til umstøðurnar, hóast tað í onkrum førum kanska var nakað hart. Men sum heild vóru fólk stak væl nøgd. Nú fara vit at hava ein eftirmetingarfund, og so taka vit støðu til, um vit aftur fara at skipa fyri eini slíkari konsert í kirkjuni, sigur Áki L. Hansen, og nevnir í sama viðfangi, at tað ikki er óhugsandi, at ein bólkur sum Orka, fer at spæla í Eiðis kirkju.  

 

 

- Teirra tónleikur hevði hóskað væl til eina slíka konsert, men nú fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Áki L. Hansen.