Fríggjadagin vóru tvær móttøkur í løgtinginum. Umframt at málningur varð avdúkaður av Jógvani Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsformanni, var eisini móttøka fyri Mariusi Rein, tingskrivara. Marius fyllir sjeyti ár hin 20. november í ár og gevst endaliga í starvinum hin 30. november í ár.
Marius Rein hevur arbeitt í løgtinginum síðan hin 1. september í 1987, og síðan 1995 hevur høvuðsstarvið hjá honum verið tingskrivari.
Tað vóru Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sum í fyrsta lagi heilsaðu Mariusi Rein, takkaðu honum fyri drúgva tænastu og ynsktu honum blíðan byrð.
- Marius hevur verið ein sannur álitismaður, og øll hava havt fult álit á honum. Tað er stórt spell, at hann fer úr løgtinginum nú, tí tað er nógv gott eftir í manninum, sum er ein rættilig leksikon, segði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
Marius Rein takkaði fyri føgur orð og segði seg hava havt nógvar góðar – men eisini strævnar - løtur á Føroya løgtingi.










