Marius og 200 á konsertferð

200 og Marius fara seinni í hesum mánaðinum saman á konsertferð kring Føroyar fyri at marknaðarføra nýggju fløgurna hjá bólkunum.


Besti bólkur í 2005, 200 og GBOB vinnarin Marius góvu á G!Festivalinum nýggjar fløgur út, og nú fara bólkarnir á konsertferð saman.
 
Talan er um fýra konsertir, tann fyrsta er á Bryggjuni í Vestmanna fríggjakvøldið 18. august, síðan verður farið til Tvøroyar leygarkvøldið 19.  august, við sær hava bólkarnar rokk plátuvendaran DJ Sakin Spakin.
Vikuskiftið eftir leggja Kaggin í Havn og Mentanarhúsið í Fuglafirði pall til somu bólkar og DJ Sakin Spakin. Eisini verður solobassleikarin Øssur Johannesen við hesi kvøldini. Konsertin í Kagganum er fríggjakvøldið 25. august, meðan konsertin í Fuglafirði er leygarkvøldið 26. august.
Marius og 200 spældu góðar konsertir á G!Festivalinum, og báðir bólkar hava eykaløg á 15 teimum bestu hesa vikuna.
Nýggju fløgurnar hjá bólkunum báðum eru ljóðblandaðar av Óla Poulsen, og givnar út av plátufelagnum TUTL. Konsertferðin er eitt slag av útgávukonsertferð. Hetta er fyrsta fløgan hjá Marius, meðan Graceland hjá 200 er triðja fløgan hjá bólkinum. Onnur fløgan hjá 200 Viva La Republica, var millum best seljandi fløgurnar í fjør, og risa hittið Muscleman blað var eitt av best umtóktu løgunum í fjør.