Um vikuskiftið var NM/NJM í svimjing hildið í Kolding, Danmark, har fleiri føroyskir svimjarar eisini luttóku.
Marius Ihlen Garðshorn, sum venur við 1. lið hjá Havnar Svimjifelag, vann norðurlendskt gull í 1500m frí við tíðini 15.28.72, og var hetta eisini persónligt met.
Havnar Svimjifelag hevði í hesum sambandi Havnar Svimjifelag eina lítla móttøku í svimjihøllini fyri honum, tá tey øll komu heimaftur mánakvldið, har nevndin bjóðaði jólabollar, sunkist og kaffi, umframt, at gull-vinnarin fekk ein Guðrun&Guðrun troyggju fyri avrikið.
– Vit ynskja honum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir, skrivar Havnar Svimjifelag.
Hann fór longu av landinum aftur í gjár til eina kapping í Amsterdam saman við Vár E. Eidesgaard, sum eisini venur við 1. liði hjá Havnar Svimjifelag.