Mikukvøldið verður konsert við Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir og Knút Háberg Eysturstein í Reinsarínum, øll hava tey bólk við.
Talan er um trý av okkara fremstu tónleikanøvnum, ið fara á sama pall sama kvøld. Men sum um tað ikki var nóg mikið verður fjøldin hitað upp av einum serligum gesti, ið spælir upp til veitslu.
Marius Ziska er júst komin úr uptøkuhølinum, har ein nýggj útgáva er innspæld, og væntandi verður okkurt av hesum tilfari á skránni. Marius Ziska vitjaði herfyri í Reinsarínum sum duo saman við Benjamin Petersen, men hesaferð kemur hann við fullum bólki.
Guðrið Hansdóttir gav um árskiftið út fløguna Taking Ship, og hevur síðan ferðast í Evropa við sínum tónleiki, herfyri spældi hon eina nógv fagnaða konsert í Reinsarínum, og nú verður so høvið at uppliva songkvinnuna aftur undir egnum navni.
Knút Háberg Eysturstein er plátuaktuellur við Tuxedo Rebels og sum tónleikari hjá AVE og Høgna Lisberg, men hevur sjálvur fleiri útgávur á baki, tann nýggjasta “On High”, ið kom út í fjør. Hansara inniliga úttrykk og vøkur sangir eru altíð ein serlig uppliving live.
Konsertin er í Reinsarínum kl. 21 mikukvøldið 3. Desember.