Marius er ársins sangari

Í popp/rokk bólkinum.

Tað vóru fimm sangarar um boðið, men tá avtornaði, varð tað Marius Ziska, ið vann ársins FMA virðislønina sum besti sangarin innan popp/rokk.


Sangarin úr Søldarfirði vann heiðurin aftaná eitt ár, har hann av álvara hevur staðfest seg sjálvan sum ein av fremstu føroysku tónleikarunum, og vóru framførslurnar á Summar Festivalinum og G! í summar millum tær bestu, ið summarfestivalarnir høvdu at bjóða í 2015.


Sostatt vann Marius Ziska virðislønina í fyrstu roynd. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at Marius Ziska er tilnevndur í bólkinum besti sangari innan popp/rokk.


Marius Ziska vann virðislønina í kapping við Benjamin Petersen, Jógvan Joensen, Lyon og Pól Arna Holm.