Marius Dam sigur kortanei

- Tað verður ein vanlukka, um virkið í Miðvági letur aftur, og tað fara vit sum lands-og kommunalpolitikarar í oynni slett ikki at góðtaka Løgtingsmaðurin Marius Dam hevur eftir tíðindini um avgerðina at lata fiskavirkið í Miðvági aftur vent sær til Portalin.

Og hann er ógvuliga avgjørdur.

- Eg havi júst sæð hetta á Portalinum, og eg kann beinanvegin siga, at hetta fara vit slett ikki at góðtaka. Vit fara ikki at góðtaka, at nevnd og leiðsla í Faroe Seafood soleiðis skjóta bygdina ? og partvís oynna ? í senk. Tað verður ein vanlukka, um virkið letur aftur.

Marius Dam sigur, at avgerðin hjá nevnd og leiðslu í Faroe Seafood er sera óskiljandi.

- Virkið í Miðvági er eitt av teimum, sum í nógv ár hevur koyrt væl. Vit hava áður upplivað, at roynt hevur verið at lata virkið aftur, sjálvt um raksturin gav avlop. Ætlanin við hesum hevur verið at givið øðrum virkjum í felagnum fyrimunir, sum annars góvu hall.

Hann vísir á, at fiskavirkið í Miðvági hevur mong ár á baki, og nógv hava starvast á virkinum og verið ógvuliga trúgv móti hesum arbeiðsplássi ein stóran part av sínum arbeiðslívi.

- Hvørki vit, sum umboða oynna á løgtingi, ei heldur tey, sum umboða kommunurnar í oynni, kunnu góðtaka, at óskiljandi avgerðin hjá nevnd og leiðslu í Faroe Seafood sleppur at standa við.

Marius Dam sigur, at tey fólkavaldu í Vágum mugu saman við vágafólki annars standa saman um, at virkið í Miðvági framhaldandi verður eitt íkast fyri føroyska samfelagið, sum tað hevur verið gjøgnum hesi mongu ár.

- Hesi fólk mugu framhaldandi sleppa at geva sítt íkast, sigur løgtingsmaðurin, sum er rættiliga ovfarin av avgerðini.