Marius & Sveinur Live á Café Natúr alt vikuskiftið

- Tað er einki betur stað í Havnini at seta hol á eitt fríggjar- og leygarkvøld enn í Café Natúr. Hugnaliga og fjálga umhvørvið, blíðu barrvørðarnir og serligi stemningurin ger, at tú alt fyri eitt kennir teg væl.

 

Soleiðis skrivar Café Nátúr í tíðindaskrivi.

 

- Tá so náttin er um at vinna á kvøldinum, seta Hans Marius og Sveinur stikkið í, og so gongur leiðin inn í tónleikaheimin hjá Marius. Tað er fangandi, royndur, sigandi rokkur. Gloym veturin og droym teg aftur til sól og summar í Café Natúr.