Ætlanir eru frammi um at gera Oyrarnar á Toftum til nakað serstakt, men áðrenn nakað kann gerast her, sum snýr seg um deksbátahavnina og økið norðan fyri, verður neyðugt at leingja pierin, sum skal geva bátahavnini lívd á lágættini.
Hugsað verður um at gera bátahylin og núverandi deksbátahavn í Oyrunum meira maritima - við einum serstøkum umhvørvi um hesar leiðir. Væl av upplandi er við sjóvarmálan niðan fyri og norðan fyri virkisbygningarnar hjá KBH.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, vísir á, at ein tanki hevur verið, at grót, sum fer at verða sprongt við vatnbrunnarnar oman fyri Regnaveg, tá ein útstykking har væntandi fer í gongd, kann brúkast niðri í Oyrunum, eitt nú til leingjan av pierinum.
Ætlanir eru eisini frammi um at spreingja í lendinum innan fyri MJ Saltsølu fyri at veksa um vinnuøkið her, og tá hevði kanska eisini borið til at fingið nakað av gróttilfari til leingjan av pierinum í Oyrunum.
Borgarstjórin vísir á, at tað eisini er áhugi at seta hallir upp innan fyri Rætt til ymisk vinnulig endamál, og tí hevði tað verið gott um tað økið, sum er her innan fyri MJ Saltsølu í dag, var enn størri.
- Fyritreytin fyri at fremja eina størri maritima verkætlan í Oyrunum, er, at pierurin fyrst verður longdur munandi. Innan fyri Oyrarnar er ein partur av fjørðuni friðaður, og hesin parturin gongur eisini inn í ætlaninar við maritima økinum, sum vit droyma um her inni.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at enn eru hetta dreymar, men hann ivast onga løtu í, at her eru møguleikar til at geva Oyrunum og økinum Inni á Rætt nakað serstakt, bæði maritimt og vinnuliga.
##med2##