Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ hava tað til felags við mansliðið hjá HØJ, at bæði liðini eru fremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildunum.
Tó er kvinnuliðið hjá HØJ greiðari oddalið enn mansliðið er í sínari deild.
Marita Mortensen og liðfelagarnir vunnu í dag 29-25 á AGF á heimavølli í Ølstykke. Í steðginum var HØJ frammanfyri 16-14.
Marita skoraði trý mál í dag.
HØJ er fremst við 27 stigum fyri 15 dystir. Holstebro er nummar tvey við 21 stigum, somuleiðis fyri 15 dystir. Nummar trý er liðið hjá Vár og Lív Zachariasen, Ajax við 20 stigum.
Ajax vann í dag 26-24 í útidysti móti Søndermarken. Í steðginum var støðan 14-9 til Ajax. Vár skoraði eitt mál í dystinum.
Liðini hava sjey dystir eftir at leika í grundspælinum. Fremsta liðið flytur beinleiðis upp aftaná lokið grundspæl. Nummar tvey og trý spæla uppflytingardystir.
Tað sær ógvuliga gott út hjá Maritu og liðfeløgunum, ið bara møta liðum sum eru í botninum ella í miðjuni í deildini í sjey teimum seinastu umførunum.
Komandi leygardag hevur HØJ heimadyst móti Ejstrup/Hærvejen, ið er nummar fimm í deildini við 17 stigum.
##med2##