Marita fingið prógv sum sjónleikari

Marita Dalsgaard úr Havn hevur lokið prógv sum sjónleikari frá Sjónleikaraskúlanum við Odense Sjónleikarahús.

Útbúgvingin, ið tekur fýra ár, endaði við, at fráfaringarflokkurin førdi fram Eldførið eftir H. C. Andersen í dramatisering hjá Søren Skjold, leikstjóra. Leikurin varð væl móttikin, og til heystar fer Marita undir venjingar á Odense teater, har hon skal vera við í leikinum Nicolas Nickelby, ið verður framførdur komandi vár.