Mario Draghi skal stýra ECB

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum hava tilnevnt italiumannin Mario Draghi nýggjan stjóra í Evropeiska Miðbankanum, ECB. Hann tekur við eftir Jean-Claude Trichet í november, og starvstíðin er sett til átta ár.

Formliga merkir tilnevningin ikki, at Mario Draghi er settur í stjórastarvið, tí bæði fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum og ES-tingið skulu góðkenna hann.

Tann 63 ára gamli Mario Draghi fekk útbúgving innan búskap á La Sapienza University of Rome og fekk í 1976 doktaraheiti innan búskap á Massachusetts Institute of Technology í USA. Hann arbeiddi sum professari á lærda háskúlanum í Firenze frá 1981 til 1991, tá hann varð settur í starv sum stjóri í italska tjóðbankanum. Síðani 2002 hevur hann verið í leiðsluni fyri Goldman Sachs.