Marine Harvest eigur fiskavirkið í Haldarsvík

Tá Marine Harvest Føroyar fer at taka laks aftur til heystar, er ætlanin, at alifelagið sjálvt skal taka sær av hesum arbeiði.

Marine Harvest Føroyar hevur havt eitt samstarv við Bakkafrost, har fiskurin hjá felagnum er slaktaður og kruvdur á virkinum hjá Bakkafrost á Strondum. Nú Bakkafrost byggir nýtt og stórt laksavirki og ætlar at savna alt sítt virksemi á Glyvrum, er spurningurin, hvussu verður við virkinum á Strondum.

 

Eitt av alibrúkunum hjá Marine Harvest Føroyar liggur beint uttan Haldarsvík, og eitt annað liggur út fyri Fossá, sunnan fyri Haldarsvík. Á Oyndarfirði hevur felagið stórt alivirksemi, og enn hevur felagið ikki endaliga riggað alibrúkið út fyri Veðranesi av.

 

Hvar Marine Harvest Føroyar fer at slakta og kryva, tá tøkan byrjar aftur í oktober, er endalig støða ikki tikin til enn. Felagið keypti fyri eini tíð síðan fiskavirkið í Haldarsvík, sum felagið í løtuni brúkar til goymslu.

 

Um tað verður hetta virkið ella eitt annað, sum verður karmur um slátur-og kryvjivirksemið hjá felagnum, fer tíðin at vísa. Í aðrar mátar er ikki óhugsandi, at felagið kanska keypir virkið hjá Bakkafrosti á Strondum, tá Bakkafrost ikki fer at brúka virkið meira.

 

Tá tøkan hjá Marine Harvest Føroyar byrjar aftur í oktober, er væntandi, at felagið fer at taka umleið 50 tons av laksi um dagin - ella umleið 250 tons um vikuna - og væntandi er, at tøkan fer at halda fram og hanga saman til einaferð út á summarið 2016.