43 ára Marina Sigvaldsdóttir Bláberg er í dag sett í starv sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Mentamálaráðið upplýsir, at Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er 43 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og hevur síðan ognað sær drúgvar royndir innan undirvísing. Hon hevur starvast sum lærari fólkaskúlanum í fjúrtan ár, eitt ár í Miðvágs-Sandavágs skúla, síðani tíggju ár í Sørvágs skúla og seinastu trý árini í Skúlanum á Giljanesi.
Harumframt hevur Marina Sigvaldsdóttir Bláberg royndir innan kommunustýrisarbeiði og ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini.
Innan ítróttaheimin er hon m.a. kend frá Róðrarsamband Føroya, har hon hevur verið nevndarlimur, og sum venjari í boccia og badminton.
Marin tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla 1. august 2017.









