Marin er fødd og uppvaksin á Sandi. Foreldrini vóru Martin Christian Hentze, nevndur Martin hjá Evu-Peturi og Maren Susanne Sophie, f. Johannesen, vanliga nevnd Marsanna. Marin er næstyngst av einum systkinaflokki upp á seks, við fýra beiggjum og einari systir. Marin fór til Havnar sum 14 ára gomul, hon var hjá stórabeiggja, Peturi, og hjálpti til í húsinum til hon fór oman í Skálbúðina, har hon var arbeiðsgenta, tey fyrstu árini, hjá Ásu og Jens John Østerø. Um kvøldarnar gekk hon í handilsskúla. Í Havn møtti hon Kára, sum hon giftist við í 1974, tey eiga tvey børn, Kristian Martin og Súsonnu og seks ommubørn, Kára,Óla Kristian, Bjarna, Ragnar og Rógva, ið eru tvíburar, og Marin.
Marin byrjaði í Skálabúðini í 1971 sum krambarkvinna, har hon m.a. seldi Lee Cooper buksir, sum einhvør kvinna við "respekt" fyri sær sjálvari átti eitt par av tá. Seinni opnaði Mótaskálin, sum man kann siga er stoltleikin hjá Marin, tað er har frá tey flestu kenna hana. Somuleiðis sæst Marin ofta ganga túr við ommubørnunum, sum eru ótrúliga heppin at hava eina ommu, sum er so góð við tey. Marin er eisini aktiv í frítíðini, hevur sungið í kristiliga sangkórinum í mong ár, í løtuni er hon á veg heim aftur av Danmarkarferð. Ikki er tal á teim bindiklubbum hon gongur í.
Marin, hjartaliga tillukku við degnum, takk fyri tað sum tú ert fyri okkum øll.
Ynskja lítlasystir og stóribeiggi










