Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, er so ónøgd við nýggja samstarvið í Tórshavnar Býráð, at tað var ikki fyrrenn í allarevstu løtu, at hon gjørdi av at skriva undir samstarvsavtaluna og sostatt góðtaka tað.
Bæði í lesarabrævið á Portalinum og á Rás2 staðfestir hon, at orsøkin til ónøgdina er, at tað kvinnuligu býráðslimirnir eru alt ov illa umboðaðir í nevndum í býráðnum.
Serliga er tað fallið henni fyri bróstið, at størsta og máttmiklasta nevndin í býráðnum er bara mannað við monnum.
Hon fýlist á, at javnaðarflokkurin ikki hevur havt vilja til at vísa javnstøðu í verk, hóast hann gjørdi nógv burtur úr upp undir býráðsvalið, hvussu góða javnstøðu, tey høvdu ímillum kynini á vallistanum
Men tá ið Marin Katrina Frýdal kortini gjørdi av at góðtaka samstarvið og undirskriva samstarvsavtaluna, var tað eina og aleina tí, at annars hevði hon komið at siti einsamallur býráðslimur í minniluta við als ongari ávirkan hesi næstu fýra árini.
Tað heldur hon, hevði verið at umsitið tær atkvøður, hon fekk, illa.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, er hetta ein trupulleiki, er hann lættur at loysa, og hetta er enntá ein trupulleiki, Tjóðveldi kann loysa einsamalt, sigur hann við Rás2.
- Tjóðveldi hevur sjálvt valt sínar nevndarsessir og flokkurin kann bara býta nevndarsessirnar um, so at Marin Katrina Frýdal fær nevndarsessin í fíggjarnevndini og sessin sum varaborgarstjóri frá floksfelaganum, Jógvan Arge, sigur Heðin Mortensen.
- So var málið loyst, tí tvørligari enn tað at loysa málið er tað ikki, sigur borgarstjórin.
Annars leggur hann afturat, at kvnnuligu býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum raðfestu kanska aðrar nevndir fremi enn fíggjarnevndina og tí er ongin javnaðarkvinna í nevndini.
Hann vísir eisini á, at í øðrum stórum nevndum, eitt nú teknisku nevnd, eru fýra av fimm nevndarlimum, kvinnur.