Marin Katrina Frýdal forkvinna í Teknisku nevnd

Á fundi fyrradagin hevur tekniska nevnd Tórshavnar býráðs skipað seg við Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi sum forkvinnu og Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni.

Hinir nevndarliminir í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi, Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum. Tekniska nevnd varðar av vegum, gøtum, ferðslu, kloakkum, vatn- og ljósveitingum, skúlakoyring og Bussleiðini í Tórshavnar kommunu.